Chelsea vann ein tryggan heimasigur 4-1 ímóti russisku Spartak Moskva á Stamford Bridge í London í kvøld.
Moskovittarnir hildu tó málið reint í fyrra hálvleiki í hesum Champions League dystinum. Chelsea stýrdi tí mesta, og London-liðið kom til stórar málmøguleikar, men teir megnaðu ikki at fáa hol á.
Chelsea setti ferðina upp í seinna hálvleiki, og tá bert fýra minuttir vóru farnir skoraði Nicolas Anelka aftaná gott samstarv við Salomon Kalou. Talan var um tað fimta málið hjá Anelka í ársins Champions League kapping.
Didier Drogba økti til 2-0 við einum brotssparki, sum var dømt, tá hann sjálvur var feldur í brotsteiginum.
Branislav Ivanovic stútaði eitt fríspark frá Drogba í netið til 3-0 miðskeiðis í seinna hálvleiki. Nikita Bajzenov minkaði um munin til 3-1, tá seks minuttir vóru eftir av tí vanligu leiktíðini. Í yvirtíðini økti Ivanovic til 4-1.
Í sama bólki vann Marseille ein knúsandi 7-0 sigur á útivølli ímóti Zilina. Talan er um tann størsta útisigurin í Champions League søguni. Chelsea er á odda í bólkinum við 12 stigum. Spartak Moskva og Marseille hava seks stig. Zilina hevur 0 stig.
Úrslitini í Champions League í kvøld :
Cluj - Bayern Munchen 0-4 (0-2)
Basel - AS Roma 2-3 (0-2)
Zilina - Marseille 0-7 (0-4)
Chelsea - Spartak Moskva 4-1 (0-0)
AC Milan - Real Madrid 2-2 (0-1)
Auxerre - Ajax Amsterdam 2-1 (1-0)
Shaktar Donetsk - Arsenal 2-1 (2-1)
Partizan Beograd - Braga 0-1 (0-1)