Í 2021 var pólski Chris Jastrzembski drúgvur miðverji á Svangaskarði. Nú er hann miðverji hjá TB. Seinsatu ferðirnar hevur hann verið leikbannaður, men í dag verður hann á vøllinum, tá ið TB verður gestur hjá B68.
Hjá TB snýr tað seg um at skava stig saman fyri at sleppa burtur frá niðurflytingarplássunum. Í gjár vóru tað 131 ár síðani, at TB – elsta ítróttarfelag í landinum – varð stovnað, og tað hevði verið vorðið sum føðingardagsgáva at vunnið eitt ella kanska øll trý stigini á Toftum.
Seinastu ferðirnar hava fleiri TB spælarar verið darvaðir av skaðum, men nú gongur rætta vegin. Talan er um Aron Sørensen, Andreas Midjord og Poul Ingason.
Týskvøldið vann B68 seg víðari í steypakappingini. Á heimavølli endaði tað 2-1 ímóti NSÍ. Toftamenn hava vunnið tvær tær seinastu ferðirnar í landskappingini.
Áki Johannesen og Esmar P. Clementsen eru framvegis skaddir, meðan tað er ivasamt, hvussu tað er við álopsspælaranum Villiam Emil Klein. Hann er darvaður av vøddaskaða og var ikki við týskvøldið.