Christian Holst Lamhauge spældi ein hálvan tíma av dystinum hjá Lyngby ímóti Braband í donsku 1. deild sunnudagin. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Christian Holst Lamhauge, sum hevur spælt ein landsdyst fyri Føroyar, hevur verið skaddur fleiri vikur í ár, men nú er hann við at koma fyri seg aftur. Hann hevur eitt ár eftir av sáttmálanum við Lyngby.