Tað er møguleiki fyri, at tað verður uppaftur meiri føroyskt íslett í donsku superliguni næsta kappingarár, enn tað hevur verið í hesum kappingarárinum.
Í gjárkvøld vann Lyngby 4-0 á heimavølli móti Herfølge í útsettari uppgerð í næstbestu deildini.
Sigurin ber við sær, at Lyngby nú er næstfremst og harvið á uppflytingarplássi.
Christian Lamhauge Holst, sum hevur verið á føroyska landsliðnum, skoraði fyrsta málið fyri Lyngby. Síðani gjørdi toppskjúttin í næstbestu deildini, 19 ára gamli Morten Nordstrand, øll hini trý málini. Hann hevur higartil skorað 21 mál. Christian Lamhauge Holst, sum var skaddur eitt langt skifti, hevur nú gjørt ellivu mál.