Christiane F.: Harðlig søga søgd av nýggjum

Nýggj sendirøð er ávegis um tannáringin Christiane F., og um lívið sum rúsevnismisnýtari og skøkja í Berlin í sjeytiárunum.

Wir Kinder vom Bahnhof Zoo kom upprunaliga út sum bók í 1979, grundað á samrøður, sum journalistarnir Kai Herrmann og Horst Rieck frá tiðarritinum Stern gjørdu við Christiane F.

Hon var ein av seks ungfólkum, sum opið greiddi frá lívinum sum misnýtari í Berlin í árunum 1975 til 1978.

Bókin varð gjørd til film í 1981, og førdi hetta til mikið kjak, tí rúsumhvørvið var lýst so beinrakið og har var onki pakkað inn.

Mong, sum vóru ung í áttatiárunum, kenna bókina ella filmin, og bókin varð nógv nýtt innan skúlagátt.

Nú verður søgan søgd av nýggjum í sendirøð í átta pørtum á Viaplay, har frumsýning er 28. februar.