Christiania tómt - føroysk innrás ávegis

Í skjótt eina viku hevur danski frístaðurin verið stongdur fyri almenninginum. Tríggjar dagar eftir, at dyrnar lata uppaftur, gera føroyingar innrás har

Danski frístaðurin, Christiania, hevur verið stongdur fyri almenninginum síðani 27. januar. Hetta er eisini galdandi í dag og í morgin, men mánadagin kunnu fólk aftur vitja á Christiania.

 

Pusherstreet, sum er gøtan, har bróðurparturin av hassjsøluni fer fram, hevur dagliga túsundtals gestir, men í hesum døgum er hon púra manntóm. Eisini mongu matstovurnar, spælistøðini og verkstøðini eru stongd.

 

- Har eru hvørki fólk, hundar ella bál at síggja, har tað vanliga hendir eitt sindur av hvørjum. Alt er stongt og forskallingsplátur við skeltum, sum siga ”Vil ikke forstyres” og ”Do not disturb”, eru við inngongdirnar til Christiania, greiðir Edmund S. Jacobsen frá.

 

Hann býr í Danmark og telist millum tey fáu, sum ikki búgva á Christiania, men sum kortini eru sloppin inn á frístaðin, nú hann er stongdur.

 

Orsøkin til avbyrgingina er millum annað, at íbúgvarnir á Christiania ynskja frið at arbeiða við framtíðarætlanunum fyri fríðstaðin. Christiania keypti og yvirtók økið frá danska statinum herfyri, sum tey frammanundan ikki áttu, hóast tey hava búleikast á økinum við Christianshavn síðani 1971.

 

- Øll vikan fer við fundum í altjóða spælistaðnum Loppen, júst har sum tríggir føroyskir bólkar fara at spæla um nakrar dagar, fortelur Edmund S. Jacobsen. 

 

Edmund sipar til tiltakið »Langt, langt úti«, sum er konsertkvøld við trimum føroyskum bólkum. Talan er um Sakaris, Steso og Lover Lover, umframt DJ Übernörd, Knút Háberg Eysturstein, sum allir fara á pall á Loppen tann 8. februar.

 

Men eisini áðrenn »Langt, langt úti« vitja Lover Lover á Loppen, tí tann 5. februar hita teir upp fyri amerikonsku Au Revoir Simone  – hetta er tríggjar dagar eftir, at Christiana er latið uppaftur.

 

Og um nakrar vikur verður ein onnur føroysk konsert á sama spælistað, tá Eyðun, Terji og Kim skulu spæla. Tað verður 1. mars.

 

Soleiðis verður Loppen, sum í hesum døgum leggur høli til fundarvirksemi um framtíðarætlanirnar fyri danska fríðstaðin, karmur um trý føroysk konsertkvøld næstu tíðina.

 

Sí eisini forkunnugt myndatema frá Christiana, millum annað av Pusherstreet, har tað orsaka av hassjsøluni ikki er loyvt at taka myndir vanliga.