Martin Dam
Listi E
?????
Hetta er ein spurningur vit í Føroyum hava fullan rætt at seta okkum. Tí sum ein borgari her í Føroyum vilja vit vita hvat verður smoygt niðuryvir okkum.
Sjálvandi er mín áskoðan, at vit skula ikki bara fáa upplýsing um tingini, men eisini ávirka sum mest í málum ið gagna og viðkoma Føroya fólki og landinum.
Tað mest umráðandi hjá einum umboði úr Føroyum er, at ein ikki innlimar sína ávirkan inn í danskan partapolitikk, men at ein allatíðina hevur Føroyar í tonkunum tá arbeitt verður.
Ein atkvøða fyri Lista E, er ein atkvøða í arbeiðir fyri Føroyar, meðan ein atkvøða fyri ABC-flokkarnar er danskur partapolitikkur, har umboði ikki fær arbeitt fyri Føroyar tí tey innlima seg í danskar flokkar, og harvið missa tey frælsi til ávirkan.
Tjóðveldisflokkurin hevur verði Tjóðveldisflokkurin eisini á fólkatingið, har er eingin bróyting. Og prógvast kann at ávirkanin ið er nú, ikki er lítil. Men hon hevði veri enn størri um bæði umboðini høvdu umboða Tjóðveldisflokkin og harvið Føroyar.
Hetta er ikki ein spurningur um fullveldi ella samband, tí loysingin kemur ikki at vera tikin í Danmark, men úr Føroyum. Tí kunna øll trygt velja Lista E, vit vilja arbeiða fyri øllum Føroyum.
Til tygum ið ikki kunna velja Lista E av einari ella aðrari grund. Eg vil heita á teg um velja blankt fyri at tín atkvøða ikki skal enda innanveggja í einum donskum flokki.
Gott væl øll somul.