Durita Christophersen hevur aftur og aftur prógvað, at hon er millum fremstu hondbóltsleikararnar í landinum.
Landsliðsleikarin hevur fingið ítøkilig tilboð og fyrispurningar frá fleiri útlendsku feløgum, men hon hevur framvegis ikki tikið av.
Hóast Stjørnan ikki fer at seta fót fyri henni, um hon ætlar sær uttanlands, so frøast klaksvíkingar um, at vestmennagentan framvegis spælir í Føroyum.
Christophersen skeyt heili 18 av teimum 37 málunum, sum Stjørnan fekk í gjár.
Avgreiðsluspurningur
Stjørnan vann heili 37-17.
Kvinnurnar úr Klaksvík spældu við fullari megi frá byrjan og fóru ongantíð niður í ferð.
Avbjóðingin hjá gestunum av Skálafjørðinum var so at siga bara at hóra undan sum frægast. Tær sluppu hinvegin ikki serliga væl frá uppgávuni, tí munurin var sera stórur.
Rebekka Justinussen, sum hevur verið lyklaleikarin hjá StÍF í ár, var ikki við vegna skaða. Tað merkist sjálvsagt.
Kanska ein vansi
Stjørnan spældi meira ella minni ein lættan venjingardyst í gjár.
Tað kann kanska vera ein vansi fyri greipuvinnararnar. Stjørnan skal ikki spæla næsta vikuskiftið. Næsti dystur er í Runavík móti Tjaldinum tann 18. desember.
At kvinnurnar úr Klaksvík ikki sluppu at kýta seg av álvara undan stórdystinum um tvær vikur verður kanska ein vansi. Tá eru tríggjar vikur síðan, at tær av álvara fingu seg royndar. Í samfullar 21 dagar er nærmast bara venjing á skránni hjá Stjørnuni.
Tjaldur spælir móti Kyndil næsta vikuskiftið.
Stjørnan – StÍF 37-17 (18-7)
KÍ-høllin, Klaksvík
Dómarar: Ragnar Simonsen og Rúni Mohr
10 min.: 7-2
20 min.: 13-4
40 min.: 22-10
50 min.: 30-15
Stjørnan: Durita Christophersen 18, Una Olsen 3, Nicoletta Radu Hansen 3, Edith Hansen 3, Durita Mikkelsen 2, Ella Petersen 2, Bára S. Klakstein 2, Elsba Rasmussen 2, Valentina Suciu 1, Judit Hansen 1.
StÍF: Fríarun Danielsen 8, Birita Poulsen 4, Birna T. Johannesen 2, Oddrún Danielsen 1, Bára Berthelsen 1, Lilja Gregersen 1.
Útvísingar: Stjørnan 2 – StÍF 1