Seinna evnið, sum fótbóltspanelið á Rás2 viðgjørdi í dag var seinasta umfarið í Premier League.
André Olsen, Ólavur Larsen og Tróndur Arge eru gott og væl ivaleysir í, at Manchester City knógvar West Ham, ella fær minst javnleik, og gerst harvið enskur meistari á fjórða sinni. Sannlíkindini fyri, at Liverpool, sum tekur ímóti Newcastle kann uppliva eitt undur eru ikki stór, sambært panelinum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI og hoyr tað, sum André Olsen, Ólavur Larsen og Tróndur Arge høvdu at siga um Premier League.