City vann akkurát

Tað gekk akkurát, tá Manchester City í gjárkvøldið spældi móti danska FCM í UEFA-Cup kappingini. Púrasta óvæntað vann FCM dystin í Manchester fyri tveimum vikum síðani, og leingi var líkt til, at hetta var nóg mikið. Bara tveir minuttir undan leikloki kom vanlukkan tó, tá Danny Califf gjørdi sjálvmál, og so gjørdist neyðugt við bæði umdysti og brotsspørkum. Og í hesum seinasta var City-málverjin tann stinnasti, og so eydnaðist Manchester City at vinna á danska liðnum. Ein uppgáva, sum upprunaliga varð roknað sum ein formalitetur.