CL-lutakast mánadagin

Champions League-kappingin í fótbólti er nú komin so mikið áleiðis, at bara 16 feløg eru eftir. Nú er tí klárt til lutakastið til fjórðingsfinalurnar, sum verður í Nyon mánadagin klokkan 11, okkara tíð.

Bólkavinnarnir í lutakastinum eru Manchester United, Real Madrid, Paris Saint-Germain, Bayern München, Chelsea, Borussia Dortmund, Atlético de Madrid og FC Barcelona.

Og tveyararnir eru Bayer Leverkusen, Galatasaray, Olympiacos, Manchester City, Schalke 04, Arsenal, FC Zenit og AC Milan.

Feløgini, sum ikki komu víðari í Champions League, men halda fram í Europa League, eru Shakhtar Donetsk, Juventus, Benfica, Viktoria Plzen, FC Basel, Napoli, Porto og Ajax Amsterdam.

Bólkavinnararnir hava heimadyst 11./12. og 18./19. mars, og tveyararnir hava heimadyst 18./19. og 25./26. februar. Lutakastið mánadagin verður skipað soleiðis, at einki felag møtir einum liði úr sínum egna bólki ella úr sínum egna landi.