Enski fótbóltsdómarin, Mark Clattenburg er ikki, sum aðrir dómarar. Tað hevur gingið framúr væl hjá Mark Clattenburg í hesum árinum, og hann hevur havt tann sjáldsama og stóra heiðurin at sleppa at døma báðar tær stóru, evropeisku finalurnar.
Mark Clattenburg er so glaður fyri at hava dømt Champions League finaluna millum Real Madrid og Atletico Madrid, og EM-finaluna millum Frakland og Portugal, at hann hevur tatoverað sær tvey minni á armin. Á arminum hjá Mark Clattenburg síggjast búmerkini fyri báðar tær stóru, evropeisku finalurnar.
Tað er tó væntandi, at Mark Clattenburg sleppur at hoyra fyri hesar tatoveringarnar. Ikki minst frá speiskum venjarum og speiskum fótbóltsspælarum, men tað leggur 41 ára gamli, enski dómarin ikki so nógv í. Hann hevur í 2016 rokkið tí, sum fáir fótbóltsdómarar røkka í einum og sama ári, nevnliga at døma báðar tær stóru, evropeisku finalurnar innanfyri fáar vikur. Leggjast skal aftrat, at Mark Clattenburg dømdi sera væl, og vónandi sleppa vit at uppliva hann í einum undankappingardysti hjá føroyska fótbóltslandsliðnum skjótt.