Claudemir avgjørdi donsku steypakappingina

FCK er danskur steypavinnari. Hetta gjørdist greitt í kvøld, tá ið teir vunnu 1-0 á AC Horsens í steypafinaluni í Parkini.

 

Tað vóru ógvuliga fáir málmøguleikar í fyrra hálvleiki. Toppskjúttin í Superliguni, Dame N'Doye, sat á beinkinum frá byrjan hjá FCK. Brasilski Claudemir legði FCK á odda tveir minuttir undan hálvleikinum, tá ið hann við langskoti umvegis ein AC Horsens-leikara fekk bóltin í málið. 1-0 var eisini hálvleiksstøðan.

 

Í seinna hálvleiki hevði FCK ikki nógv at bjóða uppá, og megnaði AC Horsens at seta teir undir eitt risa trýst teir seinastu 20 minuttirnar. Størsta møguleikan fekk André Bjerregaard seks minuttir undan leikloki, tá ið hann púra leysur rakti tvørtræið. Hetta var tó bara ein av mongum stórum málmøguleikum hjá AC Horsens.

 

Í yvirtíðini slapp innskifti Dame N'Doye hjá FCK at renna púra leysur tvær ferðir, men hann fekk ikki mál og endaði dysturin tískil 1-0 til FCK, sum nú kann rópa seg steypavinnara í Danmark.

 

FCK liggur eisini væl fyri til at vinna greipuna. Í landskappingini, har tveir dystir eru eftir at leika, eru teir á fremsta plássi eitt stig frammanfyri FC Nordsjælland.