Coventry legði leygardagin rygg til fyrsta tapið á heimavølli í hesum kappingarárinum. Claus Bech Jørgensen er tann av føroysku landsliðsspælarunum sum viku eftir viku spælir frammanfyri flestu áskoðarunum. Hesa ferð vóru 21.161 áskoðarar og hugdu at.
Hull, sum er gamla felagið hjá Julian Johnsson, vann 2-0. Málskjútti í báðum førum var 21 ára gamli John Welsh, sum Hull hevur leigað frá Liverpool. Síðstu tjúgu minuttirnar vóru teir í Coventry fleiri á vøllinum, tí ein av Hull spælarunum var vístur av vøllinum.
Claus Bech Jørgensen var aftur hesa ferð millum teir fyrstu ellivu, men hann var tikin út, tá ið seinna umfarið var knappliga hálvrunnið.