Claus verður nýggi maðurin

Tað verður helst hálvi føroyingurin, Claus Bech Jørgensen, sum skal avloysa Toda Jónsson

Landsliðið

Nú Todi Jónsson enn einaferð noyddist at geva avboð til føroyska fótbóltslandsliðið, verður tað eftir øllum at døma ein spildurnýggjur leikari, sum verður tikin í hópin ístaðin.
Claus Bech Jørgensen er hálvur føroyingur, sum seinstu nógvu árini hevur roynt seg í enskum fótbólti. Tað hevur áður verið upp á tal, at hann skuldi koma í føroyska landsliðshópin, men sjálvur hevur hann ikki verið so sinnaður fyri hesum. Hetta tí hann hevði ein dreym um at sleppa á danska fótbóltslandsliðið.
Seinastu tíðina hevur tó verið samband millum Coventry-leikaran, sum hevur føroyska mammu, og landsliðsvenjararnar, og nú tykist skaðin hjá Toda at seta enn meira ferð á hetta.
- Fyrst og fremst, so harmist eg sjálvandi um skaðan, sum Todi hevur fingið. Hetta er ótrúliga keðiligt hjá honum, nú hann hevði meldað seg undir Merkið aftur, men tað fáa vit ikki gjørt nakað við, eru fyrstu orðini hjá Henrik Larsen, landsliðsvenjara.
- Men tað er rætt, at vit hava tosað við Claus Bech Jørgensen. Eg fái tó ikki lovað, at hann verður nýggi maðurin í hópinum, men tað vóni eg sjálvandi, sigur landsliðsvenjarin.
Claus Bech Jørgensen hevur í enskum fótbólti leikt við Bournemouth, Bradford og Coventry. Vanliga spælir hann í øðrum borðinum á miðvøllinum, og verður hann lýstur sum ein kvikur og driblisterkur leikari við góðum máltevi. Hetta tevið hevur eisini av og á havt við sær, at venjararnir hava nýtt hann í álopspartinum, og eitt nú hevur hann eitt met í bretskum fótbólti. Hetta stavar frá tíð hansara í Bradford, har hann eitt skifti skoraði í sjey útidystum á rað, og tað hevur eingin annar leikari i enskum fótbólti megnað.