Clayton koyrir á

1. DEILD: AB er á veg norður aftur um fjørðin við ongum

Tað gongur einki serligt hjá AB. Tá ið argjamenn í fjør fluttu niður, søgdu teir seg vóna, at steðgurin í næstbestu deildini fór at verða stuttur.

Nú AB hevur spælt seks dystir er úrtøkan átta stig. Í løtuni er tað einki, sum bendir á, at talan verður um uppflyting seinni í ár. Men ofta hevur tað verið soleiðis, at úrtøkan hjá argjamonnum hevur verið størri eftir summarsteðgin.

Í góðveðrinum í dag var AB á Sandi. B71 vann 2-0. Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki. Clayton Soares setti hol á, tá ið stórir tíggju minuttir vóru farnir. Hetta var sætti dysturin hjá B71 í landskappingini, og B71 liðformaðurin Clayton Soares er toppskjútti í deildini við sjey málum.

Tað var Tijani Mohammed, sum legði upp til fyrra málið.

Seinna málið varð skorað í síðstu sekundunum av fyrra hálvleiki. Málskjútti var Jóhan Hendrik Lydersen, og Aron Clementsen átti uppleggið. Hetta var fyrsti dystur hjá 25 ára gamla Jóhan Hendrik Lydersen í ár, og hetta var fyrsta málið, sum hann hevur skorað fyri besta B71 liðið í næstan trý ár.

AB hevði fleiri hornaspørk enn heimaliðið, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Jóhan Herálvi Hentze í B71 málinum.

B71 hevur níggju stig, og AB hevur átta stig.

Um eina viku skal B71 spæla á útivølli ímóti EB/Streymi, og AB fær vitjan av FC Suðuroy.