Clayton og ÍF gjørdu av við HB

Tá ið gongdin fleiri tey seinastu umførini verður havd í huga, so var tað púra óvæntað, at ÍF á útivølli skuldi gera nakað við HB.

At tað ikki altíð gongur, sum tað kundi roknast við, er enn eina ferð staðfest í kvøld.

Í nógvum regni og annars góðum fótbóltslíkindum hevur ÍF í kvøld smurt HB av í Gundadali.

ÍF vann 4-1, og tað var ikki fyrrenn fuglfirðingar vóru frammanfyri við fýra málum, at Hallur Hansson pyntaði um fyri heimaliðið.

Stóri maðurin á ÍF liðnum var Clayton Soares. Hann skoraði trý mál, og hann átti næstsíðsta fótin á, tá ið vongverjin í vinstru Jan Ó. Ellingsgaard skoraði til 2-0.

Avrikið hjá Clayton er merkisvert, tí higartil í ár hevur hann avgjørt ikki verið inni í hitanum hjá ÍF venjaranum Flemming Christensen.

Eftir soltnu úrtøkuna seinastu ferðirnar fekk Clayton Soares í kvøld møguleikan, og tølini siga, at hann tók av ot tað so orduliga!

Í 1. hálvleiki spældi ÍF sera tama heimaliðið niður, og fuglfirðingar skoraðu tvey mál eftir hornasparksstøður.

Sum 2. hálvlekur leið, duttu ÍF spælararnir alt longri á vøllin. HB royndi at svara aftur, men tað var ÍF, sum eftir mótálop økti um lei8sluna til 3-0 og 4-0. Í báðum førum var Clayton Soares málskjútti. Í fyrra førinum átti Simon Skibsted uppleggið, og í seinna førinum var tað Frank Poulsen, sum legði bóltin fram um HB verjuna.

 

HB-ÍF 1-4 (0-2)

0-1: Clayton Soares 15.

0-2: Jan Ó. Ellingsgaard 38.

0-3: Clayton Soares 60.

0-4: Clayton Soares 78.

1-4: Hallur Hansson 80.

Dómari: Rúni Gaardbo

HB: Teitur Gestsson - Tróndur Jensen (Jákup Slættalíð, 46.), Rógvi S. Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Alex José dos Santos - Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Símun Samuelsen - Andrew av Fløtum (Hendrik Rubeksen, 82.), Jógvan Skeel Nolsøe (Kristin R. Mouritsen, 37.)

Gult kort: Símun Samuelsen, Fróði Benjaminsen

ÍF: Jákup Mikkelsen - Uni Reinert Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Frank Poulsen, Høgni Madsen (Aleksandar Jovevic, 90.), Karl Løkin, Thomas Asmussen - Clayton Soares (Jákup Johansen, 81.), Simon Skibsted (Dánjal á Lakjuni, 74.)

Gult kort: Bartal Eliasen, Simon Skibsted, Uni Reinert Petersen

 

 

Liðugt

90 min.

1-4

 

85 min.

1-4: Hallur Hansson

Í eina løtu var tað nógv, sum bendi á, at talan skuldi verða um orduliga avhølving. Alt bendir framvegis á trivaligan ÍF sigur, men nú hevur HB svarað aftur. Tað var miðvallarin Hallur Hansson, sum minkaði um munin, so hann nú er 4-1 til ÍF.

ÍF hevur havt fólkið aftarlaga á vøllinum stóran part av 2. hálvleiki. HB hevur roynt at leggja trýst á, og tað hevur passað væl hjá fuglfirðingum, sum hava fingið úrtøku úr skjótum mótálopum.

 

80 min.

0-4: Clayton Soares 76.

Fuglfirðingar vinda buertur úr HB í Gundadali. Nú hava teir enn eina ferð økt um leiðsluna, so hon nú er 4-0!! Enn eina ferð var tað Clayton Soares, sum var málskjútti. Harvið hevur hann skorað trý mál og lagt upp til tað fjórða.

 

60 min.

0-3: Clayton Soares

Tað er einki, sum bendir á, at ÍF ikki skal fara úr Gundadali og norður aftur til Fuglafirðar við fullari úrtøku.

Nú hevur Clayton Soares aftur skorað, og harvið er 3-0 til ÍF. Uppspælið var í vinstru, og eftir innlegg stýrdi Clayton bóltin inn í handara síðunetið.

 

55 min.

0-2

HB tykist ætla sær at taka aðrar partar fyri í 2. hálvleiki, enn favorittarnir vístu í 1. hálvleiki, tá ið ÍF so rudduliga var omaná og skoraði tvey mál. Heimaliðið hevur verið væl meiri á bóltiinum fyrstu løtuna eftir steðgin, enn tað var í 1. hálvleiki, men tað hevur ikki eydnast at fáa bilbukt við ÍF verjuspælið, sum er rættuliga væl skipað!

 

Spælararnir eru farnir at hvíla seg í HB húsinum og ivaleyst at skifta í turrar troyggjur!

Støðan er 2-0 til ÍF ímóti HB!

Heimaliðið legði fyri sum eitt ódnarveður, og tað vóru spentar støður frammanfyri málið hjá Jákupi Mikkelsen. Men tað var í hinum endanum, at málini fóru ígjøgnum hjá Teiti Gestsson, og sum hálvleikurin leið, vóru tað fuglfirðingarnir, sum tóku alt meiri yvir í spælinum.

Clayton Soares skoraði til 1-0, og Jan Ó. Ellingsgaard økti stutt undan steðginum til 2-0! Í báðum førunum var upprunin til málmøguleikan hornasparksstøður, um skinklandi heimaliðið ikki megnaði at sleppa sær burturúr.

Lagið í vestara skýlinum er sera gott. Spurningurin er nú, hvussu tað fer at eydnast Sigfríði Clementsen at seta sínar menn upp av nýggjum. Brekkan er brøtt hjá HB, sum hevur verið lítið sannførandi!

 

--

 

Fuglfirðingar hava verið ógvuliga bragdligir í Gundadali. Nú tað resta gott og væl fimm minuttir av 1. hálvleiki, eru teir frammanfyri 2-0 ímóti HB!

Clayton Soares er rættuliga væl upplagdur, nú hann hevur fingið møguleikan millum teir fyrstu ellivu. Eftir gott uppspæl og innlegg smekkaði hann beinanvegin bóltin upp í nettakið, og tá ið ÍF fyri lítlari løtu síðani økti um leiðsluna, átti hann uppspælið. Málskjútti í tí førinum var vongverjin í vinstru Jan Ó. Ellingsgaard!

 

--

 

HB og ÍF dystast í kvøld í Gundadali. Tað er rættuliga vátt, og umstøðurnar at spæla eru ikki tær allar bestu, men kortini órógvar tað ikki spælið. Í Gundadali er ógvuliga veðurgott!

HB hevur Trónd Jensen á høgra vongverja. Hann hevur ikki verið fastur maður á liðnum í ár.

ÍF hevur Clayton Soares millum teir fyrstu ellivu. Tað skal síggjast í tí veruleika, at fuglfirðingar seinastu ferðirnar hava havt trupullekar at fáa úrtøku burtur úr møguleikunum.

 

HB-ÍF kl. 17.00

Dómari: Rúni Gaardbo

HB: Teitur Gestsson - Tróndur Jensen, Rógvi S. Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Alex José dos Santos - Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Símun Samuelsen - Andrew av Fløtum, Jógvan Skeel Nolsøe

ÍF: Jákup Mikkelsen - Uni Reinert Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Frank Poulsen, Høgni Madsen, Thomas Asmussen, Karl Løkin, Clayton Soares - Simon Skibsted