Clinton klárt á odda

Góðar fýra mánaðir áðrenn forsetavalið í USA benda veljarakanningarnar á, at Hillary Clinton, valevnið hjá demokratunum, fer at vinna ein greiðan sigur Donald Trump, valevnið hjá republikanarunum.


Í nýggjastu veljarakanningini hjá Reuters og Ipsos, liggur Hillary Clinton nevniliga ellivu prosent frammanfyri kappingarneytan.


Sambært kanningini so siga 45,3 prosent av veljarunum, at tey høvdu valt Clinton um val var í dag, meðan 34,1 prosent høvdu valt Trump. Merkisvert er tó, at heili 20,5 prosent siga, at tey høvdu valt hvørgan.


Hóast ellivu prosent er ein greið leiðsla, so er leiðslan hjá Hillary Clinton minkað eitt sindur síðan fríggjadagin, tá ein onnur kanning gav henni eina leiðslu á 14 prosent yvir Donald Trump.