BÓKAÚTGÁVA
Í hesum døgum tosa amerikanarar ikki um nógv annað enn ævisøguna hjá fyrrverandi forsetanum Bill Clinton. Tann 950 síður stóra bókin »My Life« kom í bókasølurnar í USA í gjár, og fólk stóðu í røð fyri at fáa fatur á henni.
Seinastu dagarnar hevur Bill Clinton verið á sjónvarpsskíggjanum og í bløðunum hvønn einasta dag, og tað hevur gjørt, at amerikanararnir hava gloymt alt um, at teir skulu velja forseta í heyst, skrivar Reuter-tíðindastovan. Tað hóvar ikki hansara gomlu konservativu mótstøðumonnum, sum bera ótta fyri, at tann nógva umrøðan skal blása nýtt lív í tann demokratiska flokkin bert fáar mánaðir undan forsetavalinum.
Fyri at forða hesum er ein konservativur felagsskapur farin undir eitt átak ímóti Clinton. Í sjónvarpslýsingum verður sagt, at fyrrverandi forsetin gjørdi einki fyri at forða álopinum á USA tann 11. september í 2001. Onnur, sum finnast at Clinton, hava broytt navnið á bók hansara frá »My Life« (Mítt lív) til »My Lie« (Mín lygn).