Eg havi mangan hugsað um okkum sjálvi. Vit, sum teljast millum heimsins ríkastu og mest forkelaðu fólk. Vit, sum brúka og tveita burtur. Tveita burtur, tí vit keypa bara nýtt. Her manglar einki. Vit, sum hava hall á handilsjavnanum, tí vit flyta sjálvt vatn inn. Tað kom sjálvandi væl við í fjør summar, tá ið vit vóru fyri veruligum skerpingi. Tað hendir við hvørt. Her í Havn noyddust vit at drekka klorað vatn, og tað smakkaði illa. Tað innflutta vatnið úr Harilds keldu í Danmark var útselt! Ja, útselt! Og nú er aftur nógv vøra útseld, tí arbeiðararnir eru so óforskammaðir at fara í verkfall. Hvat billa teir sær inn? At fara í verkfall so at vit onnur koma í dýrastu neyð, tí vit millum annað ikki fáa brúkt alt tað, sum vit kundu keypa, áðrenn arbeiðararnir vóru so frekir at fara í verkfall. Tað er landaskomm, vanæriligt, ræðuligt. Vit fáa kanska heldur ikki keypt bensin fyri teimum. Bara nú ikki hini síggja okkum fara til gongu. Vit, sum hava so ring knø, eru so ring av áraknútum og hava so ringan rygg.
Vit kunnu ikki góðtaka Kyoto-avtaluna, tí oljuvinnan er her. Oljan er næstan her. Altso mugu vit biðja Danmark um undantaksloyvi, tí annars sleppa tey stóru útlendsku oljufeløgini ikki at bora eftir oljuni, sum Atli Dam lumpaði frá Poul Schlüter. Vit eru í somu støðu sum teir neyðars amerikanararnir. Ella hvat? Nei, einki eru teir neyðars amerikanarar, tí George W. Bush legst nú á eitt friðað øki í Alaska at bora eftir olju og gassi. Fýra prosent av seks milliardum fólkum í verðini brúka sum er ein fjórðing av allari heimsins orku. Og tað er alt ov lítið hjá teimum. Tað segði ein 91 ára gomul kalifornisk kona fyri ikki so langari tíð síðan á einum fundi í Kalifornia. Hon visti, hvat hon tosaði um, tí spekulantarnir høvdu otað seg longri og longri inn á eitt nú hennara lívsfriðaða øki, har hon býr og hevur livað væl. Á fundinum segði hon: (tað eru ikki míni orð, men eg haldi við henni)
? »Vit eru ein tjóð, ið er spilt av yvirflóð, keða okkum við landsins ríkidømi og fitna av keðseminum. Vit eru eitt fólk ikki av hugskotum, men av upplopi. Vit eru eitt fólk, ið er hypnotiserað av tí upplopi, at vit vita, hvat ið er gott fyri verðina, hóast vit í roynd og veru ikki vita, hvat ið er gott fyri okkum sjálvi. Miðal amerikanska húskið hyggur í sjónvarp í sjey tímar um dagin. Sjónvarpsleiðararnir verja sítt svass við, at teir geva okkum ?tað fólk vil hava.? Medellin Kartellið selur okkum ?tað fólkið vil hava.? Forsetin fortelur okkum, í sjónvarpinum, at vit mugu støðga innrásini av narkotika, tí tað er tað, ?fólkið vil hava.? Lat meg siga tykkum eitt: Fólk hava alt. Vit eru savnarar, kraddarar, slúkar, pírar. Vit kaliforniarar framleiða meiri rusk í part enn nakar annar statur í tjóðini, enn nøkur onnur sivilisasjón í jarðarinnar søgu. Men vit vilja hava meira. Vit vilja hava ting, ið ikki eru til enn. Ja, tað vilja vit eisini hava.«
Konan, sum eitur Doris, hevur krøkt samkomuna við sínum eygnabrái. »Hví? Tí tað var her. Eitt ófatililgt ríkidømi ? eitt hav, sum ýddi av fiski, endaleysir dalar við fruktagóðari jørð, mánað eftir mánað við bestu gróðrartíð, áir, haði gullið fløðir. Í fyrstuni slúktu vit tað bara fyri at liva. Nú liva vit bara fyri at slúka tað. Og hvat hava vit latið afturfyri annað enn eina einastu innpakking, ið er sleikt rein og tveitt burtur ? eitt deytt hav, deyð luft og fleiri hundrað túsund fólk afturat koma stunandi til at sleikja pappírið.«
Er konan senil, gomul og órein?
Kortanei!