Coldplay hjálpa børnum

Coldplay hevur latið 1 millión pund, ið svarar til umleið 8 milliónir krónur, til vælgerandi endamál. Tað er felagsskapurin Kids Compayn, ið stuðlar børnum, sum vanta stuðul frá vaksnum, ið fáa allar milliónirnar.

 

-Teir blivu rørdir av øllum teimum hørðu søgunum, ið teir hava hoyrt, so nú vilja teir hjálpa. Tað er veruliga nakað, sum teir hava havt ætlanir um at stuðla, síðani teir byrjaðu at framføra, sigur Camilla Batmanghelidjh, ið er stigtakari av Kids Compayn.

 

Umframt, at hava vitjað fleiri av húsunum hjá felagsskapinum, so hava teir eisini ætlanir, um at geva børnunum tónleikaundirvísing.

 

Við vælgerandiarbeiðinum ganga Coldplay í fótasporunum hjá Johnny Depp, sum í 2009 gav 2 milliónir dollarar til eitt sjúkrahús, sum takk fyri, at tey høvdu bjargað lívinum hjá dóttir hansara.