Teitur Joensen
Ongantíð áður er tað komið fyri, at ein littur venjari hevur vunnið meistaraheitið í amerikanskum fótbólti, tað sokallaða Super Bowl. Men undan finaluni í ár var greitt, at ein littur venjari fór at vinna, tí báðir finalistarnir, Indianapolis Colts og Chicago Bears, hava littar venjarar. Her er talan um Tony Dungy hjá Indianapolis Colts og Lovie Smith hjá Chicago Bears.
Chicago Bears fekk eina flúgvandi byrjan uppá dystin, tá teir løgdu seg á odda 7-0 eftir bert 14 sekundum. Colts kom tó betri við út á fyrra hálvleik, og undan steðginum megnaðu teir eisini at koma á odda, tá Adam Vinatieri sendi eitt field goal upp ímillum stengurnar til eina 16-14 leiðslu.
Hesa leiðslu hildu teir allan vegin, og at enda vann Colts ein tryggan 29-17 sigur.
Við sigrinum gjørdist Tony Dungy so fyrsti litti venjarin at vinna Super Bowl, tann legendariski quarterbakkurin, Peyton Manning, fekk sín fyrsta Super Bowl ring, og bleiv harafturat kosin at vera mest virðismikli spælarin í dystinum.