Lygnir, sex og taktikkur fara at seta sín dám á nýggju Paradise Hotel sendirøðina, har føroyska Connie Brockie verður ein av luttakarunum Unga kvinnan úr Vági, Connie Bertholdsen Brockie, verður í næstum at síggja á danska skíggjanum hjá TV3 í nýggju sendirøðini av Paradise Hotel. Luttakararnar í Paradise Hotel verða innibyrgd á einum marglætishotelli, meðan upptøkutólini fylgja teimum fet fyri fet.
Í sendirøðini hesaferð verða vit føroyingar enn einaferð umboðaðir úti í heimi, og tað verður vágskvinnan Connie, ið verður føroyska umboðið í fimtu sendirøðini av Paradise Hotel.
Sendirøðin Paradise Hotel hevur verið afturvendandi í nøkur ár.
- Eg og ein vinkona sótu heima hvørt kvøld og hugdu eftir Paradise. Eg minnist, at eg segði við hana, at um eg verði støk aftur, so skal eg nokk søkja inn á Paradise. Tá eg so gjørdist støk, var eg noydd at halda mítt orð. Eg haldi, eg sat uppi eina heila nátt og skrivaði eitt bræv til TV3, sigur Connie.
Vikur fóru framvið, og Connie hoyrdi einki frá TV3.
- Eg hevði vónir um, eg kanska skuldi hoyra frá teimum aftur, men tað gekk so mikið long tíð, at eg næstan gloymdi tað, sigur hon.
Uppringingin kom frá TV3, og Connie fór víðari til fyrstu samrøðu.
- Fyrst skuldi tey tosa við meg umvegis telefon, og um eg slapp víðari haðani, skuldi eg til casting í Keypmannahavn, sigur hon.
Alt gekk sum tað skuldi, og Connie kom víðari til fimtu sendirøðina av Paradise Hotel, sum var upptikin í Mexico.
- Eg var so ræðuliga nervøs, men tíbetur var eg meira glað og spent, enn eg var nervøs, sigur hon.
Les meira um Connie og hvussu kappingin var í Sosialinum í dag