MMA stjørnan Conor McGregor hevur í kvøld óvæntað boða frá at hann steðgar sum MMA íðkari.
Conor McGregor skuldi annars í dyst tann 9 juli móti amerikanska Nate Diaz, sum hann óvæntað tapti ímóti í mars.
Tað er á sosiala netverkinum, Twitter, at McGregor í kvøld hevur boða frá at hann steðgar. Hann skrivar í einum tweeti.
- Eg havi tikið avgerð um at steðga ungur.
Tað verður gitt at ein av orsøkunum til at McGregor nú óvæntað velur at gevast er, at ein MMA íðkari fyrr í hesum mánaðinum lat lív orsakað av skaðunum sum hann fekk í einum MMA dysti.
27 ára gamli írin, Conor McGregor, náddi 22 dystir sum MMA íðkari, har hann vann 19. Harav 17 uppá knock-out.
Og um tað er nakar sum ivast, hvat MMA er fyri nakað, so stendur tað fyri Mixed Martial Arts, har tað altso er loyvt bæði at boksa og at sparka.