Corona: Vilja hava føroyingar heim sum skjótast

Føroyingar, sum búgva í Føroyum, men sum eru staddir uttanlands, eiga at koma heim aftur til Føroya so skjótt sum til ber. Soleiðis ljóða tilmælini frá myndugleikunum í dag.

Tey siga, at Atlantsflog avmarkar flúgvingina ímillum Føroyar og Danmark og gevst heilt at flúgva til Bergen, Reykjavíkar, Edinburgh og París.

Tey, sum hava spurningar um heimferð til Føroya við Atlantsflogi, eiga at venda sær beinleiðis til flogfelagið á nummar +298 34 10 00 og, tey sum brúka SAS, skulu ringja beinleiðis til flogfelagið á nummar +45 70 102 000.

Tað kann eisini vera hent hjá fólki, ið skulu ferðast til Føroya næstu dagarnar, at venda sær til sítt tryggingarfelag. Tey, sum er stødd uttanfyri Danmark, eiga fyrst at seta seg í samband við flogfelagið ella ferðaskrivstovuna, tey hava nýtt.

Ert tú føroyingur, sum býr í Føroyum, men ert uttanlands og hevur aðrar spurningar, ber til at ringja til Borgaratænastuna hjá Uttanríkistænastuni á nummar +298 30 40 20.

Hevur tú spurningar um sóttarhald ella onnur heilsufaklig viðurskifti, eru upplýsingar at finna á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum

Hevur tú sjúkueyðkenni, eigur tú at ringja til læknavaktina á 1870, siga myndugleikarnir.