Costa og Monk fáa Barclays heiður

Chelsea áleyparin, Diego Costa og Swansea City managarin, Gary Monk, hava havt eina góða byrjan á Premier League 2014/15.

Chelsea áleyparin, Diego Costa og Swansea City managarin, Gary Monk, hava havt eina góða byrjan á Premier League 2014/15.

 

Teir báðir hava fingið heiðurin fyri eina góða byrjan upp á kappingarárið við at fáa heiðurin sum Barclay mánaðarliga heiðursprógv fyri august mánað.

 

Tað skrivar Premier League á heimasíðu síni.

 

25 ára gamli Costa hevur havt avgerandi ávirkan á Stamford Bridge, eftir at verða komin til frá spanska meistaraliðnum, Atletico Madrid í summar. Hann hevur skorað fýra mál í teimum trimum dystunum, Chlesea hevur spælt higartil í Premier League.

 

Gary Monk, sum varð útnevndur managari hjá Swansea, tá Laudrup var koyrdur, og var settur fast í summar. Hann byrjaði við at vinna 2-1 á Manchester United á útivølli í ár, og hevur síðani vunnið báðar teir eftirfylgjandi dystirnar.

 

Valið fyri august fall soleiðis út:

 

Managari: Gary Monk (Swansea), Jose Mourinho (Chelsea), Paul  Lambert (Aton Villa)

 

Spælari: Diego Costa, Cesc Fabregas (báðir Chelsea), Nathan Dyer, Gylfi Sigurðsson (báðir Swansea), Andreas Weimann (Aston Villa)