Country- og dansitónleikur við West & Blus í Ítróttarhøllini á Hálsi

Leygarkvøldið 18. juni spælir vælumtókti country- og dansibólkurin West & Blus í Ítróttarhøllini á Hálsi

Tíðindaskriv

Bólkurin West & Blus varð stovnaður í 1993 í Esbjerg, men kortini eru tríggir av manningini føroyingar, meðan fjórði limurin er dani.
Teir, ið manna bólkin, eru Hallur Joensen, ið annars er beiggi Noel Joensen, ið nógv munnu kenna sum oddamann í Countrybólkinum úr Klaksvik; systursonur Hall, Rúni Heinesen, somuleiðis úr Klaksvík; Eiler Østerø av Skipanesi; og Jens Kristian Nielsen, ið er dani. Teir eru allir búsitandi í Danmark.
Steel-guitarin sum er dani, fekk ikki stundir at koma til Føroyar, og í hansara stað er komin tann vælkendi steel-guitarin Milson Zachariassen, sum øll tónleikaáhugað í Føroyum kenna.

Allir høvdu spælt tónleik áðrenn teir hittust í West & Blus
Hallur Joensen hevði verið nógv á palli, áðrenn hann í áttatiárunum flutti til Danmarkar, eitt nú við Frændum, Haiko og Vágsheygafrensunum. Eisini hevur hann vunnið kappingina Ársins songrødd, eins og hann gjørdist nr. 2 í tónleikakapping, sum danska blaðið SE & Hør skipaði fyri.
Men eisini hinir limirnir høvdu roynt seg áðrenn. Í 70?árunum spældi Eiler Østerø í bólkinum Cosmus Factory, sum helt til í Runavík, meðan Rúni Heinesen, sum yngri, spældi saman við ymiskum ungum í Klaksvík. Stílurin var mest Heavy og Gospel.
Danin Jens Kristian Nielsen hevur spælt tónleik í nógv ár. Hann byrjadi við at spæla harmoniku, men skjótt gjørdist tað trummurnar, sum honum dámdi best. Hann hevur í nógv ár spælt til tað, sum danir rópa "suppe, steg og is" veitslur.

Spæla til nógv tiltøk í Danmark
West & Blus spælir á nógvum Countrytiltøkum í Danmark. Eisini eru teir væl umtóktir á teimum føroysku veitslunum hjá føroyingafeløgunum í Danmark eins og teir eisini spæla til brúdleyp, føðingardagar, býfestir og ítróttarstevnur. Í 2006 er teir bidnir at spæla til eina landsstevnu, sum DGI (Danske Gymnastik- og Idrætsforeninger) heldur í Haderslev frá 29. juni til 2. juli. Á landsstevnuni verður luttikið í 20 ymiskum greinum og pláss er fyri umleið 23.000 íðkarum.
West & Blus spældu bæði á Norðoyarstevnu í fjør eins og teir eisini vóru á Norðoyastevnupallinum í ár. Og leygarkvøldið fáa Country áhugað høvi at svinga til frálíka country- og dansitónleikin hjá West & Blus í ítróttarhøllini á Hálsi.