Leygarkvøldið 18. apríl verður høllin í Trongisvági karmur um stóra konsert við Halli Joensen, Alex Bærendsen og Kristinu Bærendsen og góðum tónleikarum Alex Bærendsen hevði óivað verið millum teir fyrstu, ið sluppu innar, um vit í Føroyum høvdu Hall of Fame innan countrytónleik, tí hann er ein av undangongumonnunum, og ein av kendastu og best dámdu sangarum í landinum. Alex fer á pallinum í Trongisvági 18. apríl at syngja fleiri av væl kendu sangunum, ið hann hevur givið út, og sum javnan eru at hoyra í loftmiðlunum.
Tað eru eini 20 ár síðani, at Alex Bærendsen var á palli í Suðuroynni, og við honum, nú hann fer á pall í Trongisvági, er dótturin Kristina Bærendsen.
Eisini fer Hallur Joensen á pall, og hann er ikki bara ovast á tindunum í Føroyum, men verður eisini spældur kring í Europa og aðrastaðni við.
Tað eru VILT, ið skipar fyri konsertini, men fleiri góðir stuðlar hava gjørt konsertina gjørliga. Yvirskotið av konsertini fer til vælgerðandi endamál, ið koma børnum til góða.
Atgongumerki eru at fáa á Statoil á Tvøroyri og Shell í Vági.