Country­song­kvinn­ur á Festi­val­in

Kristina Bærendsen og Evi syngja á Summar Festivalinum

Tvær av fremstu song­kvinn­u­num í landinum í hes­um døgum verða við á Summ­ar Festivalinum í ár. Krist­ina Bærendsen og Evi, sum báðar syngja country, verða við á festivalinum í Klaksvík í august.

Kristina Bærendsen er serliga kend sum part­ur av bólkinum hjá coun­try­kong­i­num Halli Joensen, har hon bæði hevur sungið solo og duettir, men Kristina Bær­end­sen stendur eisini á egn­um beinum sum song­kvinna.

Hon hevur seinastu vik­ur­nar havt framførslur sum solistur, og tað hevur ver­u­liga flutt hana fram í ljós­ið sum ein framúr góð song­kvinna.  Kristina syngur kend­ar country­sang­ir, og hon er eisini farin undir at gera egnar sangir, sum vit vón­andi fara at hoyra meira til komandi tíðina.

Fyrstu ferð, Evi sang al­ment, var í sínum egna brúd­leypi í august mánaði 2010. Síð­ani hevur tað gingið við rú­kandi ferð. Hon hevur ver­ið í Nashville og tikið upp, hon hevur givið fløgu út, spælt á konsertum og verið til­nevnd til amerikanskar count­r­y­heið­u­rs­lønir.  Fløgan hjá Evi, Wis­h­ing Well, sum kom út í fjør, er nú útgivin í Danmark og Noregi, og sangurin Blue Rad­io hevur verið spældur í radio í okkara grannalondum.

Summar Festivalurin verð­ur hildin í døgunum frá 2. til 4. august.