Í gjár bórust tíðindini um, at Dolors O'Riordan brádliga var deyð, bert 46 ára gomul.
Hon var kend sum sangkvinna í írska bólkinum The Cranberries. Enn er ikki komið fram, hvat orsøkin til brádliga deyða hennara kann vera, men greitt er, at hon var stødd í London í samband við tónleikaupptøkur.
The Cranberries hava selt fleiri enn 40 milliónir eintøk av teirra útgávum, og serstakliga lagið Zombie frá 1994 gjørdist eitt heimshitt. O'Riordan skrivaði kenda lagið.
The Cranberries fóru hvør til sítt í 2003, men funnu saman aftur í 2009. Meðan bólkurin ikki var virkin, gav O'Riordan tvær útgávur út undir egnum navni.