Triðju vikuna á rað er poppbólkurin Creamy ovast á almenna danska hitlistanum. Tær báðar genturnar í bólkin halda fram við at selja hópin av fløgum, og umrøðan í donsku fjølmiðlum fær næstan ongan enda.
Sjálvt tey bløðini, sum ikki vanliga skriva nakað serligt um danskan popp og hitlistar, hava havt greinar um Creamy, sum rættiliga hevur tikið Danmark á bóli.
Rebekka Mathew og føroyska Rannvá Joensen manna Creamy, og seinast danski hitlistin var uppgjørdur, høvdu tær selt fleiri enn 60.000 fløgur upp á tveir mánaðir. Seinastu vikuna eru aftur nógv eintøk av fløguni farin um diskin í donsku plátubúðunum.
Á fløguni hjá Creamy eru danskir barnasangir, sum eru lagdir til rættis av nýggjum. Tveir danskir studiotónleikarar hava produserað fløguna hjá Creamy, sum ljóðar sum einhvør løtt poppfløga ger tað í dag.
Danskir tónleikarar, sum selja 25.000 eintøk av teirra útgávum, fáa eina gullplátu afturfyri, og tá talið kemur upp á 50.000 eintøk, verður ein platinpláta latið. Hesar plátur hava tær í Creamy langt síðani fingið, og stóri spurningurin er nú, um tær klára at nærkast teimum 100.000 eintøkunum, sum bara teir fægstu dansku bólkarnir yvirhøvur klára.
Fløgan hjá Creamy er tann barnafløgan, sum hevur selt flest eintøk eftir so stuttari tíð.