Rafael Benitez hevur fleiri ferðir sagt, at styrkur til álopið skal finnast í summar. Hetta kemur tó ikki at kosta tí langa málfarliga áleyparanum, Peter Crouch, plássið á liðnum.
- Eg eri sera væl nøgdur við Crouch í álopinum, og eg kann bara gera tað greitt beinanveg, at hann verður at síggja á liðnum aftur komandi ár, sigur Liverpool-venjarin, Rafael Benitez, við enska Sunday Mirror.
Peter Crouch kom til Liverpool summarið 2005, har hann hevur klárað seg væl, og harnæst eisini fingið pláss á enska landsliðnum.