Dómarar skrivaðu søgu

Søga varð skrivað í HM-endaspælinum í manshondbólti fyrradagin, tá ið Kili vann 32-28 ímóti Hvítarusslandi. Hetta var nevniliga fyrsti sigurin hjá Kili í einum HM-endaspæli.


Eisini dómararnir, sum leiddu dystin, skrivaðu søgu. Fronsku tvíburarnir, Julie og Charlotte Bonaventura, gjørdust nevniliga fyrstu kvinnurnar, sum hava dømt í einum endaspæli hjá monnum.


- Fólk gera nógv burturúr tí, men vit dómarar eru líkasælar við kynið. Fyri okkum er tað vanligt við kappingum. Vit bíðaðu bara eftir fyrsta dystinum og eru klárar til HM, sigur Julie Bonaventura við danska TV2.


Tær báðar fegnast um, at tær vóru partur av einum tøttum og spennandi dysti, og tær meta tað ikki vera nakran trupulleika, at kvinnur døma mannfólkahondbólt.


- Leikararnir leggja líka í. Eg vænti teir vita, at vit hava støðið til HM, sigur Julie Bonaventura.