Mikkjal Helmsdal og Hans Petur Hansen høvdu fingið heiðurin at døma í Agurk kappigini. Báðir eru lærdir og royndir menn innan filmsheimin, sum hildu hetta vera eina stuttliga uppgávu.
Øvugt av prix'num høvdu Jan og Jákup valt at hava nevndar dómarar, soleiðis, at fólk kundu práta við teir aftaná dómin, fyri at hoyra hvat var gott og hvat kanska kundi verið gjørt betri.
? Eftir at hava hugt at øllum filmunum, valdu vit tríggjar burturúr. Nummar 1 og nummar 2 vóru nógv betur enn hinir filmarnir. Nakrir filmar kundu havt blivið nr 3, men hesin var tann best gjøgnumhugsaði og hann fungeraði best sum heild. Tí valdu vit hann, greiddi Mikkjal Helmsdal frá.
Hann segði, at fyri at taka dagar ímillum nummar 1 og 2, høvdu teir hugt fleiri ferðir at teimum báðum filmunum.
? Hóast teir eru ógvuliga ymiskir, so eru teir báðir góðir, og hava hvør sínar dygdir. Tað hevur næstan verið órímiligt at valt annan framum, staðfesti hann.
Tað, sum tó varð avgerandi elementið fyri dómararnar, var, at filmurin hjá Katrini og Anton hevði eina samanhangandi søgu.
? Báðir filmarnir eru væl gjørdir, væl gjøgnumhugsaðir, væl kliptir og flottir. Men vit meta, at tað altíð er verri at skula siga eina søgu ígjøgnum ein film, enn at lýsa eina støðu. Tað er eisini lættari at gera ein sýrutan film, enn ein vanligan. Út frá tí varð avgerðin tikin, segði Mikkjal.