Ódámligt við miðsavning

Jógvan við Keldu, landsstýrismaður við innlendismálum, sigur, at honum dámar ikki, at ætlanir eru um møguliga miðsavning av løgregluni. Hann hevur havt málið uppi á landstýrisfundi og fer at boða løgmálaráðharranum frá síni misnøgd við tað, sigur hann

Málið um bygnaðarbroytingarnar í løgregluni, sum møguliga fara at flyta partar av løgreglumanningini úr Vágum og Vestmanna til Havnar, er nú komið upp á hægsta politiska stig. Jógvan við Keldu, landsstýrismaður við innlendismálum, hevur havt málið frammi á landsstýrisfundi hódagin og fer at venda sær til danska løgmálaráðharran at gera vart við, at honum dámar ikki slíkar ætlanir. Meira fær hann ikki gjørt, tí hetta er danskt mál burturav, sigur Jógvan við Keldu.
Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, sigur, at hann kendi ikki til málið, fyrr enn hann las um tað í Sosialinum hósdagin.
Hann hevur síðan gjørt av at venda sær til danska løgmálaráðharran, Lene Espersen, fyri at greiða henni frá síni støðu í hesum málinum. Hann fer i fyrstu syftu at senda løgmálaráðharrnaum eitt bræv og eisini at biða um ein fund um hetta málið.
?Eg veit ikki, hvat tað gevur, tí hetta er danskt mál burturav. Men eg vil gera vart við, at hetta hóvar mær nokk so illa, sigur Jógvan við Keldu.
Han vísir eisini á, at hetta er ikki í samvar við andan í nullhugsjónini í ferðslupolitikkinum, sum nú er løgd fyri tingið. Har verður satsað upp á gott efirlit. Men verða løgreglumenn fluttir úr ymsu økjunum, verður eftirlitið av sær sjálvum veikari. Tað er greitt.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað ber ikki til at sammeta stór og smá lond, tá tosað verður um øki. Tí hóast tað kann tykjast á einum korti, at tað er skjótari at koma út til ymsu økini í Føroyum, enn tað er frá eini sentralari støð í Danmark, er verri enn so altíð, at tað í veruleikanum er so, vísir hann á.
Jógvan við Keldu vísir á, at tað ofta er so, at tá málsøki eru miðsavnað, hava tey víst seg at virka í miðstaðarøkinum, har tey eru løgd. Tað, sum so er eftir, hevur so ongan áhuga hjá centrala fólkinum. Og tað má ikki henda við løgregluni, sigur landsstýrismaðurin við innlendismálum.
Vit eiga altíð at vera varin við miðsavnan, sigur hann.