Dánjal Jóhan ikki so heppin sum Pætur ápostul

Søgnin sigur, at Pætur ápostul einaferð hálaði ein gullmynt út úr kjaftinum á sankta pætursfiskinum. Svørtu blettirnir við gulari rond á fiskinum eru merkini av ávikavist tummli og fremsta fingri á Pæturi.
<DPTAB>    Nú er hesin sjáldsami fiskur eisini fingin í føroyskum sjógvi!

Sjáldsamur fiskur

Fiskirannsóknarstovan hevur fingið sendandi ein fisk, sum er ógvuliga sjaldsamur um okkara leiðir.
- So vítt vit vita, er hetta fyrstu ferð, at hetta fiskaslagið er fingið í
føroyskum sjógvi, sigur Jákup Reinert á Fiskirannsóknarstovuni.
Maðurin, sum er komin við fiskinum, er Dánjal Jóhan Lisberg úr
Sumba.
Jákup heldur, at fiskurin hóskandi kundi verið nevndur sankta
pætursfiskur á føroyskum, tó at hann "bara" kallast pætursfiskur í orðabókini, sum Stiðin gav út í 1998.
Tað var ísfiskatrolarin, Akraborg, sum fekk sankta pætursfiskin í trolið á Bill Baily Bankanum, 11. august 2001.
- Tíverri var fiskurin kruvdur, so vit sóu ikki, hvat hann hevði
etið.
Jákup sigur, at hetta var ein kvennfiskur við hvílandi rognum,
sum hann tekur til. Fiskurin var tilsamans 39 cm. langur og vigaði 910 gr.
- Vísindaliga heitið á sankta pætursfiski er zeus faber, og á øðrum tungumálum eitur hann "sankt petersfisk" (á donskum og norskum), john dory (á enskum), saint-pierre (á fronskum), pesce san pietro (á italskum), peixe-galo (á portugisiskum), pez de san pedro (á sponskum), sanktpersfisk (á svenskum) og hering-könig (á týskum), sigur fiskifrøðingurin.
Í Atlantshavinum er sankta pætursfiskur veiddur út fyri strendurnar í Afrika og Vestur Evropa, norður til Suðurnoreg og inn í Kattegat, í Miðjarðarhavinum og sunnara parti á Svartahavinum og nú eisini við Føroyar.
Jákup vísir á, at nær skyld fiskasløg eru aðrastaðni, eitt nú við Suðurafrika, Avstralia, Ný Sæland, Japan og Korea.
Sankta pætursfiskur svimur stakur ella í smáum torvum á 50-150
m. dýpi, viðhvørt fer hann niður á einar 400 m.
- Tá ið hann fer upp í sjógvin, leggur hann seg ofta á liðuna eins og flatfiskar gera, og hann er sæddur liggja á síðuni á havbotninum.
Sankta pætursfiskur er sera eyðkendur í útsjónd. Hann er hávaksin og smalur, høvdið er stórt, og kjafturin við sínum undirbiti kann skjótast langt frameftir, tá hann tekur føði. Teinarnir, serliga í ryggfjøðurini, eru langir. Liturin er ymiskur, mest blankt silvurlittur og heldur myrkari á rygginum enn á búkinum, har liturin ofta skyggir grønt.
- Eyðkendur er tann stóri svarti bletturin við gulari rond á hvørjari
síðu. Tað er hesin, ið hevur givið fiskinum navn. Søgnin sigur, at Pætur ápostul einaferð hálaði ein gullmynt út úr kjaftinum á fiskinum, og blettarnir eru merkini av ávikavist tummli og fremsta fingri á Pæturi.
Jákup sigur, at flestu av hinum tungumálunum vísa eisini til
sankta Pætur, og enska heitið John Dory merkir duravaktari, ið jú vísir til eina av uppgávunum hjá sankta Pæturi.
- Gýtingin fer fram við Suðurongland í juni til august og í
Miðjarðarhavinum í mars til mai. Eftir gýtingina leitar fiskurin norðureftir at finna sær føði.
Fiskifrøðingurin sigur, at tá ið yngulin er 19 mm langur, líkist
hann tí vaksna fiskinum.
- Vøksturin er skjótur tey fyrstu árini, og fýra ára gamal gerst
sankta pætursfiskur kynsbúgvin. Kall-og kvennfiskurin eru ikki líka stórir. Fiskar, sum eru longri enn 45 cm., eru allir kvennfiskar. Teir størstu gerast meira enn 70 cm. langir.
Jákup sigur, at sankta pætursfiskur er ein glúpskur ránsfiskur, ið mest livir av fiskasløgum sum sardinum, sild og brislingi, men eisini av høgguslokki og ymsum krabbadýrum.
- Sankta pætursfiskur hevur stóran týdning sum virðismikil hjáveiða í trol- og línufiskiskapi í Miðjarðarhavinum og við vesturstondina í Afrika. Hann verður sagdur at vera sera vælsmakkandi, ja ? ein hin besti yvirhøvur, sigur Jákup Reinert, fiskifrøðingur.