Dýpingin við Tinganes byrjað

Í gjár varð fyrsta skotið í sambandi við dýpingina við Tinganes latið av. Tað var formaðurin í hanvanevndini, Jákup Sínum Simonsen, ið trýsti á knøttin.

Snøggliga klokkan 14 í gjár trýsti Jákup Símun Simonsen, formaður í havnanevnini hjá Tórshavnar kommunu, á knøttin til fyrstu spreingingina í sambandi við dýpingina við Tinganes.
Hetta er eitt drúgt mál, sum her fekk byrjanina til endan.
- Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá havnamyndugleikunum at fáa dýpt kring Tinganes, men tað tekur altíð sína tíð, tá friðingarmyndugleikar koma inn í myndina. Og at Tinganes er friðað kann væl eingin vera í iva um, sigur Jákup Símun Simonsen.
Formaðrin í Havnanevndini sigur, at tað hevur verið eitt ynski frá Strandferðsluni og Smyril Line, at dýpt verður innanvert og eystan fyri Tinganes, fyri at gea skipunum størri rásarúm at manøvrera í.
- Skipini gerast størri og størri, og skotbráið harvið minni og minni hjá teimum at manøvrera í. Tí hevur tað verið átrokandi, at fáa framt hesa dýpingina, sigur Jákup Símun Simonsen.
Men av tí, at dýpingin fer fram upp at okkara fremsta fornminni er neyðugt, at farið verður ógvuliga varisliga fram.
- Tað eru settir sensorar upp ymsastaðni í Tinganesi, og mátingar verða gjørdar fyri hvørja spreingina. Tað er eitt sindur tekniskt, men rystingarnar frá spreingingunum mugu ikki fara upp um eitt tal, sum eitur 17. Hendan fyrsta spreingingin framdi rystingar, sum lógu beint undir 12, sigur Jákup Símun Simonsen.

Pengarnar vert
Talan er um eitt rættiliga umfatandi arbeiði, sum skal gerast á havsins botni. Samlaða víddin, sum skal dýpast, er 4.200 fermetrar.
- Spreingjast skulu burtur 9.300 rúmmetrar, og hetta grótið skal leggjast upp í grótkastið á Argjum, soleiðis at vit sláa tvær flugur við eitt smekk. Harvið fer eisini at runa minni inni í hylinum á Argjum, sigur Jákup Símun Simonsen.
Hann sigur, at tá liðugt er at dýpa kring Tinganes, verður dýpið 8,5 metrar. Kostnaðurin fyri arbeiðið er 5.849.000 krónur, og tað heldur formaðurin í havnanevndini eru pengar, sum eru væl nýttir.
- Ja, avgjørt. Hetta er ein neyðug dýping, tí sum longu nevnt gerast skipini størri og størri, og skal havnin í Havn fylgja við, mugu umstøðurnar eisini lagast til hendan veruleika, sigur Jákup Símun Simonsen.
Eftir ætlan skal arbeiðið við at dýpa kring Tinganes verða liðugt í juni mánað.