Eingin sleppur undan kreppuni, sum verður drúgv, og sum tað fer at taka rúma tíð at sleppa burturúr, sigur IMF Altjóða Gjaldoyragrunnurin IMF sigur í einari nýggjari meting, at búskaparkreppan verður drúgv, at eingin sleppur undan henni, og harafturat fer støðan at batna spakuliga, tá tað batin eina ferð kemur.
Grunnurin sigur eisini, at minkandi hugurin at gera íløgur fer at raka lond í Eysturevropa serliga meint.
Dominique Strauss-Kahn, aðalstjóri í IMF, segði í einari røðu í National Press Club í Washington í gjár, at ?2009 verður uttan iva eitt ræðuligt ár?, og hann legði afturat:
-Hetta er sanniliga ein alheimskreppa, og henni sleppur eingin undan.