Dýr tíð

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Onga staðni í universinum er so dýrt at liva sum her í Føroyum. Tað vita vit, tí Danmark er dýrasta landið samanborið við øll onnur lond. Og so er lagamanni at samanbera, Føroyar eru dýrari og dýrast.

Í Føroyum samanbera vit okkum altíð við Danmark. Tað er so lætt og kostar heldur ikki so nógv. Tað mesta arbeiðið er longu gjørt.

Føroyar eru dýrasta landið. Hví laga vit okkum so ikki eftir tí í staðin fyri at knarra?

Vit hava til dømis reint og gott kalt vatn í Føroyum. Og tað kostar einki. Í Danmark kostar kalt kranavatn.

Vit hava ovmikið av kranavatni. Kortini keypa foreldur, sum grenja um, at tey hava ikki ráð at geva børnunum at eta, danskt sodavatn fyri fleiri hundrað krónur um mánaðin, tí tað er altíð upp á tilboð.

Vit hava ongan ognarskatt í Føroyum. Sera hent, tá føroyingar eiga síni hús ella sína íbúð.

Arvaavgjaldið er nógv minni her enn í Danmark. Eisini sera hent, tá pensjonistar ikki hava ráð at liva, tí børnini skula arva alt, sum tey eiga.

Men í Danmark siga tey (sum annars bara hugsa um pengar): tag en taxa, lad arvingerne gå!

So siga tey, at vørur eru so dýrar í Føroyum, tí tað er so øgiliga langt at flyta tær heilt her norður í myrkrið. Flutningur kostar, alt kostar.

Men hvussu ber tað so til, at tvøst og spik kostar 350 kr. kilo, hóast tað er bara flutt nakrar hundrað metrar til handilin?

Og neytakjøt og lambskjøt, sum skal flytast 25.000 kilometrar, kostar sjey ferðir minni enn grind í sama handli?

Tað bar eisini til einaferð at fáa danskt øl í Rúsuni, sum kostaði minni enn ølið, sum kom hagar úr Klaksvík ella av Landavegnum.

Samstundis sum føroyingar gremja seg um, at alt kostar so nógv, keypa tey ikki har, sum alt kostar minni, uttan tá tey fara av landinum at keypa jólakaramellur og páskaregg, neyðsynjarvørur.

Ein handil er, sum er á leið 20 prosent bíligari enn aðrir handlar. Hví keypa øll ikki har? Í staðin fyri at keypa í dýrasta handlinum í ríkinum? Keyptu øll í bíligasta handlinum, høvdu hinir sum frá líður lækkað sínar prísir. Ella farið á heysin. Og hvat so, vit brúkarar lata ikki sosialhjálp, tá vit keypa.

Hvat bagir annars prísunum, tá fólk keypa har, sum dýrast er at keypa?

Vilja fólk hava fleiri pengar at keypa fyri, har tað er dýrast, kunnu tey eitt nú melda seg úr fólkakirkjuni og keypa breyð fyri kirkjuskattin. Pappbreyðið, sum kirkjan borðreiðir við, tá altargongd er, mettar ikki nógv. Limaskapur í fólkakirkjuni er heldur eingin vissa ella treyt fyri at sleppa í himmiríki.

Alt er ikki dýrari í Føroyum. Arbeiðsmegin er nógv bíligari enn í Danmark. Men tað telur ikki við, tí tað loysir seg ikki at arbeiða kortini.

Bilar kosta minni í Føroyum enn í Danmark. Og tað forðar so fyri, at fleiri rýma hiðani. Uttan bil livir føroyingurin ikki leingi.

Tíð er pengar, plaga vit at siga. Tíð kostar heldur ikki nógv í Føroyum, tí føroyingar hava altíð góða tíð og koma altíð ov seint. Tíð upp á tilboð, tríggir tímar fyri tað, sum tveir plaga at kosta.

Ella fáið tríggjar ferðir 20 minuttir fyri tað sama, sum ein tími kostar.

Samanumtikið kann sigast tað sama um pengar sum um alt annað. Tað er ein spurningur um raðfesting. At raðfesta er ókent í Føroyum.

Alt kostar, alt er so dýrt. Hyggur tú í føroysku orðabókina, hon er áhugaverdur lesnaður, fyllir orðið dýrur næstan hálvan teig.

Um tað so er Jesus, er hann dýrur. Tað dýra navn er Jesu navn. Tað rópa fólk upp á, tá tey eru í dýrastu neyð, eitt nú dýra biðidag.