POLITIKKUR
<st1:PersonName$?$end$!$</st1:PersonName$?$end$!$ <BR>Fólkatingslimurin Høgni Hoydal hevur fingið svar frá Kristian Jenstre, ráðharra í skattamálum úr Venstre.
Høgni Hoydal spurdi Kristian Jensen í fyrispurningi um viðurskiftini við fullum skrásetingargjaldi á føroyskar bilar, sum verða innfluttir til Danmarkar. Til 1. juni 1999 kundu føroyingar flyta egnan bil til Danmarkar uttan at gjalda skrásetingargjald.
Í tíðindaskrivi skrivar Norðuratlantsbólkurin, at reglugerðin var helst broytt orsakað av spekulatión. Í brævið til Skattamálaráðharran tann 30. mai 2005 spurdi Høgni Hoydal, um spekulatiónin møguliga kann steðgast á annan hátt, eitt nú við forboðið av sølu tey fyrstu trý árini í Danmark.
Kristian Jensen avvísir at broyta reglugerðina, men skjýtur upp at seta á stovn eina skipan, har skrásetingin verður afturgoldin, tá føroyingar flyta aftur av landinum.
- Tá Føroyar ikki eru partar av ES, skulu Føroyar heldur ikki hava sertreytir, sum onnur lond uttan fyri ES ikki hava, skrivar Kristian Jensen í svari til fyrispurningin.