Dýrari at jarða síni deyðu

DANMARK: Nú verður dýrari at vera avvarðandi hjá einum deyðum.

- Kring landið alt verður henda skipanin sett í verk. Tað eru ikki øll, sum hava skilt hetta, men hereftir verður tað altso dýrari hjá tí meiniga danskaranum, sigur Mogens Balling, sum er stjóri í Landsforeningen Liv & Død. - Tað er fyrst nú ið fólk fara at merkja hækkaða kostnaðin.

Orsøkin til hækkingina er undirskotið hjá fólkakirkjuni, sum er omanfyri 800 mió krónur í ár, skrivar Kristelig Dagblad.

Stóra undirskotið skal fáast inn millum annað við hækkaðum brúkaragjaldi á kirkjugørðunum, verður sagt úr danska Kirkjumálaráðnum.