Dýrari at liva

Tað er vorðið munandi dýrari at liva hetta seinasta árið. Eitt yvirlit frá Hagstovuni vísir, at meðalprísvøksturin í 2007 var 3,6%. Ársmeðalprísurin á matvøru var 4,3% hægri enn í 2006. Hagstovan vísir á, at tað serliga eru prísirnir á breyði, kornvørum, kjøti, mjólk, osti, eggum og grønmeti, sum eru hækkaðir nógv hetta farna árið.Hóast arbeiðarafeløgini gjørdu sáttmálar, sum góvu løntakarunum ein fittan lønarvøkstur í farna ári, so er prísvøksturin á grundleggjandi vørum og tænastum hækkaður somikið nógv, at lønarvøksturin verður etin upp av hesum. Seinastu árini er ein alsamt størri partur av skattainntøkunum í landinum komin inn í avgjøldum, og avgjøldini eru ikki lutfalshækkandi. Hetta vil siga, at tey við teimum lægru inntøkunum rinda lutfalsliga nógv í mun til inntøkuna. Verður mvg'ið á alneyðugum nýtsluvørum lækkað, ger tað tískil stóran mun serliga hjá teimum við meðal og lágum inntøkum, sum hava fleiri børn av forsyrgja.