og umrøða eitt uppskot, sum skal fáa fólk at leggja av at roykja, og sum skal forða fyri, at onnur yvirhøvur fara at festa sær í.
Ætlanin er, at tey 120 londini skulu semjast um ein felags sáttmála, sum skal binda tey til at seta prísin á sigarettum minst fimm prosent upp. Heimsbankin hevur roknað út, at verða sigarettirnar fimm prosent dýrari, fara umleið 40 milliónir roykjarar at leggja av, og onnur fara at hveppa seg við at byrja.
Tað veruliga endamálið við uppskotinum er at avmarka sjúkur, sum standast av tubbaki.