Nú skulu sparingar setast í verk á Strandferðsluni.
Tað verður neyðugt, nú tað er greitt, at Strandferðslan ikki fekk ta játtan á fíggjarlógini fyri 2009, sum ætlanin var.
Dánjal Andreasen, stjóri, sigur, at nú verður kannað eftir, hvussu sparingin kann setast í verk.
Men undir øllum umstøðum er vandi fyri, at tað fer at raka bæði ferðafólk og farm.
Avmarkaðir møguleikar
Tilsamans kemur Strandferðslan at mangla 2,9 milliónir krónur í ár, sum antin skulu fáast til vega við sparingum ella við meirinntøkum, ella við eini samantvinning av báðum.
Men harafturat hanga 2,3 milliónir í leysari luft, sum Strandferðslan kanska eisini má finna sparingar ella meirinntøkur fyri.
Men hesar 2,3 milliónirnar er ein upphædd, sum stjórin á Strandferðsluni væntar at fáa í eini eykajáttan.
- Tað er eitt mistak í fíggjarnevndini, sum hevur gjørt, at hon var skorin burtur og tí vóna og vænta vit, at tað verður rættað og at peningurin verður játtaður.
Hesar skeivu útrokningarnar í fíggjarnevndini førdi við sær, at Strandferðslan fekk ikki 120 milliónir, sum ætlanin var, men bara 118,7.
Hendir tað ikki, skal Strandferðslan finna sparingar og meirinntøkur fyri 5, 2 milliónir í ár, sigur stjórin.
Hækka 10-15%
Í næstu framtíð fer Strandferðslan at hava fund við Landsstýrið um figgjarligu støðuna fyri at vita, hvussu farast skal fram.
Endar tað við, at Strandferðslan fær tær 2,3, milliónirnar aftur, sum stovnsleiðarin væntar, er tað kortini undir øllum umstøðum greitt, at tað verður neyðugt at seta tiltøk í verk, sum gera raksturin hjá Strandferðsluni áðurnevndu 2,9 milliónir krónurnar bíligari í ár.
- Talan er um at spara 1,9 millión í lønarhækkingum, sum politiski myndugleikin ikki hevur lagt upp fyri í fíggjarlógini. Men harumframt er neyðugt at finna eina millión í øðrum sparingum.
Tað einasta, sum kann forða fyri, at tiltøk verða sett í verk, er at Landsstýrið eisini játtar stovninum hesa upphæddina, men tað er ikki væntandi.
Einasti máti at fáa roknistykkið at ganga upp, er at sera sparingar í verk, ella at hækka inntøkurnar.
Sparingar kunnu gerast við at sigla færri túrar. Men tær kunnu eisini finnast við at seta ferðina á skipunum niður.
Og her er tað fyrst og fremst Smyril, sum hugsað verður um, tí hann er so stórur, at tað er bara har, at nøkur nevniverd sparing fæst burtur úr.
Ein annar máti er at seta prísin á ferðaseðlum upp.
- Skulu vit útvega okkum meirinntøkur upp á 2,9 milliónir, sum alt talar fyri at vit mugu, verður neyðugt at hækka ferðaseðlaprísirnar 10% í miðal.
Tað merkir, at ein ferðaseðil við Smyrli, sum nú kostar 80 krónur, fer hereftir at kosta 90 krónur.
Samstundis fer tað hereftir at kosta 220 krónur at ferðast við vanligum persónbili, nú kostar tað 200 krónur.
Men ein annar máti er at hækka prísin á farmi 15% í miðal.
Ein triði møguleiki er sjálvandi ein samantvinning av øllum hesum møguleikunum.
Neyvan færri túrar
Í øllum førum hevur Dánjal Andreasen skilt, at politiskur vilji er neyvan til at lækka túratalið aftur.
- Tað var tógvið stríð at fáa túratalið hjá Smyrli upp á ta støðið, sum tað nú er á og tær ábendingar vit higartil hava fingið, er, at tað er ikki politiskur vilji til, at túratalið skal lækka.
At seta ferðina á Smyrli niður sparir nógva olju.
Men tað er ein møguleiki, sum Strandferðslan longu hevur brúkt.
- Smyril er settur til at hava eina tænastuferð upp á 21 míl, men tá ið veður og vindur eru til vildar, verður tikið av motorunum fyri at spara olju, tó so at siglingstíðin skal altíð halda og hvør túrur er roknaður at taka 1 tíma og 55 minuttir.
Væntandi er ikki, at ferðin verður lækkað meiri, tí so verða túrarnir við Smyrli ov drúgvir.
Men fær Strandferðslan heldur ikki hasar 2,3 milliónirnar í eini eykajáttan, sum fíggjarnevndin hevur roknað skeivt, skulu heilt aðrir bollar í súpanina fyri at fáa roknistykkið at ganga upp, sigur Dánjal Andreasen.
Les eisini greinina: Raka vinnulívið sum minst.