Talan er um Unga Tanguy Ndombele, ið seinasta kappingarárið hevur stórspælt í besti fronsku deildini, við olympique Lyon.
Nú er 21 ára gamli fransmaðurin ávegis til Tottenham. Feløgini eru vorðin samd um at avtalan skal kosta slakar 550 milliónir krónir.
Enn hevur ungi miðvallarin ikki skrivað undir, men flestu altjóða miðlar siga, at tað verður gjørt í einum av næstu døgunum. Sáttmálin fer eftir øllum at døma, at verða fimm ára langur.
Ndombele er ein verjukendur miðvallari, ið fer at geva Tottenham styrki og skjótleika á miðjuni. Mdombele spældi fyri bert trimum árum síðan, við SC Amiens, í fimti deilduni í Fraklandi. Ferð hansara til topps í fronskum fótbólti hevur verið skjót, og spennandi verður at síggja hann í Enskum fótbólti komandi kappingarárið.