Føroyar, dýrasta land í Evropa, er heitið á tiltakið, Meginfelag Føroyskra Studenta skipar fyri í Føroyahúsinum í kvøld. Talan verður um eina framløgu av verkætlan og síðani pallborðsfundur um evnið.
MFS vil við hesum tiltaki varpa ljós á stóra prísmunin, ið er millum vørur í Danmark og Føroyum og geva útisetum ein møguleika at hoyra, skilja og kjakast um møguligu orsøkirnar til hendan stóra prísmun og eisini luttaka
í politiska kjakinum.
Tað er Heri á Rógvi, sum hevur framløgu um verkætlan sína, og í pallborðinum sita Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum, Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum, Hans Pauli Strøm úr Javnaðarflokkinum, Kári á Rógvi úr Sjálvstýrisflokkinum, Høgni Hoydal úr Tjóðveldi og Per Højgaard úr Tórshavnar Kommunu.
Tað verður Rolf Guttensen, sum fer at stýra pallborðsfundinum.
Tiltakið í kvøld, sum er ókeypis, byrjar klokkan átta, tá Heri á Rógvi fer at leggja fram, og dyrnar lata upp ein hálvan tíma áðrenn.