Ein lærari á Føroya studentaskúla og HF-skeiði varnaðist fyrst í vikuni, at onkur hevði avlúrt log-inn upplýsingar hansa og misbrúkt hesar upplýsingar til at gera broytingar í fráveruskipanini.
Við øðrum orðum høvdu næmingarnir minkað um talið av døgum, teir høvdu verið burtur frá skúlanum.
Umvegis trygdarloggin fann skúlin fram til, hvørjir næmingarnir vóru, sum høvdu framt innbrotið.
- Tað er rætt, at tríggir næmingar í gjár vóru inni hjá mær til samrøðu. Avgjørt var, at tey sluppu við eini strangari ávaring, men afturfyri skulu tey eisini leggja øll kortini á borið, sigur Mikkjal Helmsdal, rektari.
Skúlin kundi meldað næmingarnar til løgregluna, tí slíkt innbrot er brot á revsilógina, bæði sum dátuinnbrot og sum skjalafalsan.
Styrkja skipanina
- Men í staðin fyri at melda valdu vit at brúka møguleikan at finna fram til veikleikarnar í skipanini og síðan rætta teir. Næmingarnir skulu tí greitt greiða frá, hvussu teir bóru seg at við innbrotinum, sigur Mikkjal Helmsdal.
Hann sigur, at tveir av næmingunum gjørdu innbrotið, tí teir høvdu verið ov nógv burtur frá undirvísingini. Triði næmingurin hevði ikki havt stóra fráveru, men luttók, tí hann helt tað vera spennandi.
Skúlin hevur boðað frá, at eru onnur innbrot gjørd, vil skúlin hava tað at vita frá næmingunum sjálvum í seinasta lagi mánadagin. Kemur skúlin aftur fram á slík mál, verður næmingurin burturvístur, og málið meldað til løgregluna.