Dávur er best av teimum næstbestu

Vikuskiftið royndist sera væl hjá føroysku súkklarunum í Danmark. Sunnudagin gjørdist Torkil Veyhe nummar tvey í sterkasta bólki, og leygardagin ger Dávur Magnussen ikki mætari enn at vinna kappingina í næstbesta bólki í Danmark, B-bólkinum.

 

Tað bleiv spurtað um sigurin, og ilt var at taka dagar ímillum eitt og tvey, men Dávur Magnussen vísti aftur, hvar skápið skuldi standa, var fremstur og vann kappingina.

 

So væl hevur gingið hjá Dávuri Magnussen, síðan hann flutti niður, at hann nú bert manglar eitt stig fyri at flyta upp í sterkasta bólk. Tá skal hann m.a. kappast móti landsmanni sínum, Torkil Veyhe. Var tað spennandi at fylgja við súkkling í Danmark, so verður tað enn meira spennandi seinni í ár og komandi ár, tá tveir føroyingar fara at kappast við bestu danarnar.

 

- Eitt útbrot slapp avstað, men feltið har eg sat, var so mikið væl koyrandi, at eg valdi at halda aftur, at spara meg. Tá umleið 35 km vóru eftir, heintaðu vit útbrotið inn aftur. Tá fór eg beinavegin avstað, saman við tveimun øðrum, og vit megnaðu at halda tørn og fylgdust restina av kappingini. Tað bleiv spurtað um sigurin, segði Dávur Magnussen glaður eftir kappingina.