Daddan og Smyrjibreyðsbúðin

Charlotte Ellendersen, sum eigur og rekur handlarnar Smyrjibreyðsbúðina og Dadduna í Havn, hevur nú eisini latið upp Dadduna í Skopun.

Virksemið hjá Charlotte Ellendersen umfatar nú eisini Dadduna í Lonini í Skopun. Talan er um ein handil við klæðum til børn og ung frá 0 til 16 ár.


Báðir handlarnir, Daddan á Hálsi í Havn og í Lonin í Skopun, hava fingið og fáa nógva vøru heim jóla. Daddan selur kend merkir sum t.d. Minymo, Fransa, Fixoni, Grunt, NexLevel og Juice. Daddan leggur dent á at hava vørur í góðum kvaliteti til kappingarførar prísir og at veita sínum góða tænastu.


Umframt Dadduna eigur og rekur Charlotte Ellendersen eisini Smyrjibreyðsbúðina í Bøgøtu. Smyrjibreyðsbúðin hevur altíð nýggjar og frískar vørur, sum eru framleiddar úr fyrsta floks rávøru. Alt verður tilgørt í Smyrjibreyðsbúðini sum t.d. at steikja fisk, roastbeff og fleskasteik, baka leverpostei, marinera høsnarungabringu og dampa av. Eisini verður ein stór mongd av eggum og pasta kókað til breyðini hvønn dag umframt at baka bollar og flutes. Handilin hevur eisini lættar heitar rættir við salat og nýbakaðum breyði.


























.