Eftir nøkur ár við óvissu um framtíðina hjá Daewoo, verður koreanska verksmiðjan nú stýrd av General Motors. Eitt nýtt felag, GM Daewoo Auto & Technology Company, er stovnað og samstarvið við GM sæst longu í ár. Ikki minni enn trý nýggj bilmodell koma á marknaðin í hesum árinum. Fyrsti bilurin í nýggja samstarvinum er Daewoo Kalos, ið er teknaður av italska bildesignaranum Giugiaro.
Kalos kostar frá 120.000 krónum, bilurin fæst við 1,2 litur motori við 63 hk og 1,4 litur motori við 83 hk, báðir bensinmotorar. Bilurin verður í fyrstu atløgu gjørdur sum hatchback við 5 hurðum, seinni kemur ein útgáva við 3 hurðum og ein sedan. Kalos hevur annars alla trygdarútgerð sum finst í nútímans bilum.
Evanda avloysir Leganza
Umframt Kalos er eisini ein heilt nýggjur Daewoo Evanda, ið avloysir fyri tann størra Daewoo Leganza. Evanda er størri enn Leganza og er ein luksusbilur við hópin av útgerð sum standard. Motorurin er ein 2.0 litur við 131 hk. Prísirnir byrja við 230.000 krónum. Evanda eru komnir í tveimum útgávum. Í luksusútgávuni er talan um ein bil við leðursetrum og allari útgerð so sum klimaanlegg, band/fløguspælara við boks til 6 fløgur og alufelgur. Bilurin er stórur og rúmligur við góðum koyrieginleikum. Seinni í ár kemur ein heilt nýggjur Nubira.
Saman við MPV modellinum, Daewoo Tacuma, og tí minsta, Matiz, sum nú kemur við 1,0 litur við 4 syl. motori, hevur sølumaðurin hjá P/F Esmar Simonsen á Kambsdali, Jens Petur Jensen, sera góð kort á hondum.